VisualEditor/Portal/TemplateData

From mediawiki.org
This page is a translated version of the page VisualEditor/Portal/TemplateData and the translation is 94% complete.

Hvat er TemplateData?


VisualEditor, tað visuella markamótið at rætta wikisíður við, inniheldur eitt tól, sum ger tað lætt at rætta fyrimyndir (skapilónir). Men, um hetta tólið skal veita størst møguliga hjálp, so er tað neyðugt, at tað ber til at fáa kunning um fyrimyndina; fyri tað mesta er tørvur á einum lista við møguligum parametrum til fyrimyndina og um sereyðkenni.


Uttan TemplateData


Uttan TemplateData, má hvørt parametur innsetast manuelt, tá ein nýggj fyrimynd (skapilón) verður sett inn.


Ongin kunning er givin um hvat virði av parametrinum eigur at vera.

Við TemplateData


Við TemplateData verður givin ein listi av stuðlaðum parametrum (og teirra frágreiðingum) fyri fyrimyndina (skapilónina).


TemplateData gevur samanhang fyri hvørt parametur, og ger tað nógv lættari fyri brúkarar at broyta fyrimyndir.

Innset TemplateData


Eitt ið vit hava tørv á at sjálvboðin gera, er at innseta TemplateData til fyrimyndirnar (serliga tær sum eru høgt í metum, eitt nú infoboksirnar), soleiðis at tær eru lættar at rætta.

TemplateData hjálparsíða greiðir frá, hvussu ein kann innseta TemplateData kunning í eina fyrimynd.

Tú kanst sikkurt lættliga koma í tankar um nakrar serliga týdningarmiklar fyrimyndir á tínari wiki; trenaðir brúkarar vita sera væl hvørjar fyrimyndir hava mest at siga, og fara heilt sikkurt at finna útav, tá teir/tær royna at brúka tær og gerast varug við, at har er einki TemplateData.

You can find an automatically-generated list of most used templates on your wiki on the Special:MostUsedTemplates special page.